Fingu bara helvtina í tøkugjaldi fjør

Fingu bara helvtina í tøkugjaldi fjør
Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør rindaði alivinnan 80 milliónir krónur í tøkugjaldi, men landskassin væntaði at fáa 175 milliónir
Í fjør tók alivinnan 5.000 tons minni av laksi, og tað sæst aftur í tøkugjaldinum til landskassan
 
12.01.2021 - 13:15

Í gjár staðfesti Havbúnaðarfelagið, at samlaða tøkan av alilaksi var knapt 73.000 tons í fjør.

Tað eru 5.000 tons minni enn í 2019, men heili 8.000 tons meira enn í 2018. Samanumtikið er 2020 næstbesta árið hjá alivinnuni, tá talan er um tøku av alilaksi í tonsum.

Men fyri landskassan verður árið í fjør tó tað soltnasta, hvat beinleiðis inntøkum frá alivinnuni viðvíkur.

80 mió. kr.

Sambært nýggjastu tølunum frá Gjaldstovuni, sum fevna um fyrstu 11 mánaðirnar, eru komnar 80 milliónir krónur inn í tøkugjaldi fyri 2020.

Tað eru 95 milliónir krónur minni enn tær 175 milliónirnar í tøkugjaldi, sum landsstýrið roknaði við at fáa, tá fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt.

Inntøkumetingin fyri 2020 - tær 175 milliónirnar - varð tó sett lægri, tá fíggjarlógin fyri 2021 varð umrødd. Tá roknaði landsstýrið við, at hesar 175 milliónirnar fóru at tódna niður í 130 milliónir.

Inntøkutølini fyri 2020 fevna bara um fyrstu 11 mánaðirnar. Skulu vit samanbera við 2019, so komu tilsamans 17 milliónir í tøkugjaldi í landskassan, eftir at 11.mánaðurin var liðugt gjørdur upp.

Higartil er tó bara ein millión komin aftrat teimum 80 milliónunum, sum landskassin fekk í tøkugjaldi fyrstu 11 mánaðirnar av 2020.

Marknaðarprísurin ávirkar gjaldið

Tøkugjaldið til landskassan fyri føroyskan alilaks verður ásett eftir miðal altjóða marknaðarprísinum, soleiðis sum hann er ásettur á norska Fish Pool Index.

Har hevur prísurin verið lágur síðani í summar, og hann kom ongantíð uppaftur síðstu mánaðirnar av 2020, eins og prísurin gjørdi tað síðstu mánaðirnar av 2019.

Tøkugjaldið verður ásett soleiðis, at:
- Er miðal altjóða marknaðarprísurin 36 krónur fyri kilo ella hægri, er gjaldið 5%
- Er miðal altjóða marknaðarprísurin millum 36 og 32 krónur fyri kilo, er gjaldið 2,5%
- Og er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn 32 kr. fyri kilo, er gjaldið 0,5%

Tí hevur altjóða marknaðarprísurin stóra ávirkan á tøkugjaldið í landskassan.

Lækkaðu metingina fyri í ár

Lági laksaprísurin hevur eisini fingið landsstýrið at lækka inntøkumetingina fyri 2021.

Tá fíggjarlógaruppskotið varð borið í løgtingið í fjørheyst varð roknað við 160 milliónum krónum í tøkugjaldi frá alivinnuni.

Men tá avtornaði, og fíggjarlógin fyri 2021 varð samtykt, var henda inntøkukmeting tódnað niður í 133 milliónir krónur.

Tá galdandi skipan við tøkugjaldi fór at virka í 2016, fekk landskassin 161 milliónir krónur í inntøku frá tøkugjaldinum.

Árið eftir var tøkugjaldið 158 milliónir, í 2018 var tøkugjaldið 136 milliónir, í 2019 var tøkugjaldið 140 milliónir - og sum nevnt í áðni, so eru 80 milliónir krónur krónur higartil komnar í landskassan frá tøkugjaldi fyri 2020.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558