Fólkatalið vaks í seks útoyggjum

Fólkatalið vaks í seks útoyggjum
Í trimum oyggjum minkaði fólkatalið frá 1. desember í 2019 til somu tíð í fjør
Í Fugloy vaks fólkatalið trý fólk
 
12.01.2021 - 10:16

Í flestu útoyggjunum vaks fólkatalið í fjør.

Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni um fólkatalið, sum eru frá 1.desember í fjør, minkaði fólkatalið í trimum oyggjum.

Í Koltri minkaði tað 100 prosent. Tí 1.desember í 2019 var eitt fólk skrásett at búgva í Koltri. 1.desember í fjør búði eingin har.

Í Svínoy vóru tvey fólk færri, og í Kunoy vóru tíggju fólk færri 1.desember í fjør enn árið fyri.

Annars vaks fólkatalið í øllum oyggjum uttan í Stóru Dímun, har tað stóð í stað.

Í Fugloynni vóru trý fólk fleiri, í Hesti og Mykinesi kom eitt fólk afturat, í Kalsoynni fimm, í Skúgvoy trý, og í Nólsoy vóru 11 fleiri fólk 1.desember í 2020 enn 1.desember í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065