Tvær nevndir farnar í søguna

Tvær nevndir farnar í søguna
Samstundis sum vit hava fingið nýggja rættargangslóg, verða lokalnevndin og nevndin, sum hevur havt eftirlit við varðhaldsfangum, tiknar av
Nevndin, sum hevur havt eftirlit við varðhaldsfangum, fór í søguna á nýggjárinum
 
12.01.2021 - 14:39
 
Í sambandi við, at nýggj og dagførd rættargangslóg fyri Føroyar kom í gildi á nýggjárinum, eru tvær nevndir tiknir av. Báðar nevndirnar hava heilt ella partvíst verið mannaðar við løgtingsfólki.

Onnur er Lokalnevndin, ið hevur viðgjørt klagur um løgregluna og almenn mál um løgregluna. Í Lokalnevndini hava sitið fýra løgtingsmenn, fútin, tveir løgreglumenn umframt ein advokatur í sambandi við klagumál.

Í framtíðini fer óhefti Politikærumyndugleikin í Danmark at viðgera klagur um politiið í Føroyum.

Hin nevndin, ið varð tikin av 1. januar, var tann, sum sambært gomlu rættargangslógini hevði eftirlit við varðhaldsfangum. Hon var mannað við tveimum løgtingsmonnum.

Broytingarnar eru fevndar av Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221