Viðhaldsfólk sleppa ikki at mótmæla

Viðhaldsfólk sleppa ikki at mótmæla
Russland fer at nokta viðhaldsfólkum hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, at mótmæla
Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, varð fongslaður, tá hann vendi heim aftur til Russlands síðsta vikuskifti
 
22.01.2021 - 15:49

Russland loyvir ikki, at viðhaldsfólk hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, kunnu mótmæla í morgin og krevja, at hann verður leyslatin.

Tað verður noktað, tí at tey, sum skipa fyri, fara at øsa fólkið, verður sagt.

Ætlanin, at halda almennar fundir, sum ikki eru góðkendir, og har fólk verða eggjað at mótmæla, verður skilt sum ein hóttan móti almennu skipanini. Tílíkt óskil verður steðgað beinanvegin, boðar løgreglan í Moskva frá.

Tað skrivar tíðindastovan, AFP. Kira Jarmysj, sum er talsfólk hjá Aleksej Navalnyj, er fongslað í níggju dagar, verður sagt á hennara Twitter-vangamynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423