Fríkend fyri báðar ákærurnar

Fríkend fyri báðar ákærurnar
Føroya rættur heldur ikki, at ákæruvaldið er komið við upplýsingum, sum skjalfesta, at ákærda kvinnan brúkti sáttmálar til sín egna fyrimun
Ákæruvaldið umhugsar, um dómurin í Føroya rætti í dag skal skjótast inn fyri hægri rætt
 
26.01.2021 - 16:35

Kvinnan, sum var ákærd fyri at hava útvegað nýggja arbeiðsplássi sínum kappingarfyrimunir við at brúka upplýsingar um sáttmálar hjá fyrrverandi arbeiðsgevaranum, og fyri herverk, er fríkend fyri bæði. 

Føroya rættur kunngjørdi dómin í dag.

Grundgevingin hjá dómaranum er, at ákæruvaldið er ikki komið við upplýsingum, sum kunnu skjalfesta, at sáttmálarnir, sum kvinnan sendi til sín sjálvs, eru brúktir til at geva sær sjálvari kappingarfyrimun.

Í úrskurðinum verður eisini víst á, at fyritøkan hevði ógreiðar reglur í sambandi við at senda skjøl til privatar teldupostbústaðir. Tað er ógreitt, um tað er í lagi ella ikki, at starvsfólk senda skjøl til sín sjálvs.

Eisini fríkend fyri herverk

Kvinnan var eisini ákærd fyri at hava tømt harðdiskin á teldu síni, stutt eftir at hon hevði sagt seg úr starvi.

Men heldur ikki í hesum førinum fekk ákæruvaldið viðhald. Kvinnan er fríkend fyri ákæruna um herverk.

Í úrskurðinum verður sagt, at løgreglan fekk telduna ov seint til at kunna siga, hvat er gjørt við telduna. Teldan hevði eisini verið til umvælingar, og tí kann ikki ávísast, hvør hevur verið á telduni.

Verjin, Jógvan Elias Winther Poulsen, kravdi frídøming. 

Mads Strandberg Petersen, fulltrúi hjá ákæruvaldinum, sigur, at ákæruvaldið umhugsar, um málið skal kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392