AstraZeneca í andróðri

bannari
AstraZeneca í andróðri
Ábendingar eru um, at koronukoppsetingin hjá heilivágsfyritøkuni ikki verður góðkend til eldri fólk
 
27.01.2021 - 06:11

Blaðið, Handelsblatt, og aðrir týskir miðlar skriva, at ábendingar eru um, at góðkenningarstovnurin í EMA, ikki fer at góðkenna koppingarevnið hjá AstraZeneca til fólk, sum eru eldri enn 65.

Koppingaevnið skal ikki virka nóg væl hjá fólki í hesum aldursbólkinum, tað er bara átta prosent effektivt hjá fólki í hesum aldurbólkinum, skrivar blaðið.

Fyritøkan vísir tíðindunum aftur

Koppingarevnið er ment á lærda háskúlanum í Oxford í Stóra Bretlandi. Talsfólk hjá heilivágsfyritøkuni, AstraZeneca, vísir aftur tíðindunum.

– Upplýsingarnar eru fullkomiliga skeivar. Í Bretlandi hevur nevndin fyri koppingarevni góðkent at brúka koppingarevnið til hendan partin av fólkinum.

– Í november almannakunngjørdu vit upplýsingar í The Lancet, sum vístu, at eldri fólk vístu stórt mótstøðuføri eftir at vera koppsett, og 100 prosent av teimum eldru vaksnu mentu mótstøðuføri eftir seinna prikið, sigur talsfólkið við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083