Kringvarpið byrjar at senda hondbólt beinleiðis

Kringvarpið byrjar at senda hondbólt beinleiðis
Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø - media fer Kringvarp Føroya nú undir at senda føroyskan hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum
Kringvarpið fer nú at senda hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum, og byrjað verður longu í kvøld
Mynd: Savnsmynd  
 
27.01.2021 - 14:18

Vit gleðast um møguleikan at bjóða hyggjarunum føroyskan hondbólt. Hondbóltur er áskoðaravinarligur, og lagt er upp til nógvar spennandi løtur, nú kappingarnar fara inn i avgerðandi tíðarskeiðið, sigur Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

Ætlanin er at senda tað, ið eftir er av hesum kappingarárinum. Tað vil siga restina av Faxe Kondi-kappingini, umframt Burn- og SMS-deildirnar, tá tær byrja aftur.

Í fyrstu atløgu verður hondbóltur vístur í sjónvarpinum mikukvøld, men tá endaspælið er á skránni, kann verða, at dystir verða vístir um vikuskiftið.

Byrjað verður í kvøld

Endaliga sendiskráin er ikki løgd enn. Miðað verður eftir at vísa so nógv lið, sum gjørligt - bæði hjá kvinnum og monnum.

Fyrsti dysturin verður vístur longu í kvøld, mikukvøldið 27. januar, og hann er í Vestmanna millum VÍF og StÍF. Byrjað verður at senda klokkan 19:50.

Vit hava ynskt at varpa enn meira ljós á føroyskan hondbólt og fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, so vit fegnast um, at Kringvarpið nú fer at vísa dystir í SMS- og Burn-deildini og Faxe Kondi-steypakappingini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974