- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málini: Elias tók ábyrgd avgerandi løtuna
Nógv góð føroysk avrik vóru at síggja í javnleikinum ímóti Montenegro í Podgorica sunnudagin.
Óli Mittún helt fram, har hann slapp ímóti Kosovo, Vilhelm Poulsen átti fleiri av bestu málunum í dystinum og Pauli Jacobsen átti eisini nakrar týðandi bjargingar út á dystin.
Tá tað stóð á ímóti endanum, tók Elias Ellefsen á Skipagøtu veruliga um endan og skoraði nærum øll tey føroysku málini. Spælskiparin fekk sjálvandi pláss, tí heimaverjan ansaði væl eftir Óla Mittún, men hann vísti eisini neyðuga dirvi til at fara ígjøgnum og skora í trýstkókaranum á Balkan.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tilsamans átta mál. Trý komu fyri steðgin, og restin kom ímóti endanum, tá tað onkra løtu sá rættiliga svart út. Harumframt legði hann upp til fimm onnur føroysk mál.
Tað eydnaðist ikki at fáa mál upp á seinasta álopið í undirtali, men eina stigið kann fáa stóran týdning í endaliga roknskapinum í vár.



























