Danir fáa koronupass

bannari
Danir fáa koronupass
Væntandi verður skipanin klár at taka í nýtslu um ein mánað
Talan verður um eitt talgilt pass, og tað er serliga ætlað vinnulívinum og teimum, sum ferðast í arbeiðsørindum
 
03.02.2021 - 09:07

Danska stjórnin fer at kunngera eitt koronupass í dag. Tað skrivar danska TV2.

Tíðindafundur verður í fíggjarmálaráðnum klokkan 9:30 okkara tíð, tá umboð fyri vinnulívið og fíggjarmálaráðharrin fara at kunna um skipanina.

Sambært TV2 verður talan um eitt talgilt pass, og tað er serliga ætlað vinnulívinum og teimum, sum ferðast í arbeiðsørindum.

Væntandi verður skipanin klár at taka í nýtslu um ein mánað, og passið vísir, um tú ert koppsettur fyri koronu.

Seinni er ætlanin, at passið eisini skal vísa, um fólkið hevur andevni móti koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860