Inger Støjberg tekur seg úr Vinstra

Inger Støjberg tekur seg úr Vinstra
Umstríddi politikarin verður nú uttanflokka á Fólkatingi
Inger Støjberg, sum skal fyri ríkisrætt, hevur nú meldað seg úr Vinstraflokkinum
 
04.02.2021 - 10:13

Danski politikarin, Inger Støjberg, hevur meldað seg úr Vinstraflokkinum, og verður uttanflokkatinglimur í Fólkatinginum.

Tað sigur hon í samrøðu við Skive Folkeblad, skrivar JyllandsPosten.

Hetta hendir, eftir at hon hevur verið í tvídrátti um politikkin hjá Vinstraflokkinum og støðuna um ríkisrættarmálið móti sær, hon var næstforkvinna í flokkinum til fyri einum mánaði síðani.

Hevur ikki funnið seg til rættis

- Eg má viðganga, at eg havi ikki funnið meg til rættis í Vinstra, sum Jakob Ellemann-Jensen og núverandi leiðslan í Vinstra á Christiansborg standa fyri.

- Eg haldi, at leiðslan í Vinstraflokkinum, við Jakob Ellemann-Jensen,á odda er í fullari ferð á veg burtur frá virðunum, sum eg altíð havi stríðst fyri, og sum eg haldi eru virðini hjá flokkinum higartil, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.

Á eggini til eina tilflytarabylgju

Í samrøðuni nevnir hon m.a. útlendingarøkið.

- Vit standa á eggini til eina tilflytarabylgju. Men ta fatanina hevur leiðslan í flokkinum ikki. Skal Vinstriflokkurin aftur gerast stórur flokkur og fáa forsætisráðharrasessin, krevst strangur og trúverdigur útlendingapolitikkur. Eg haldi ikki longur, at vit koma hagar við Jakob Ellemann-Jensen sum formanni. Og eg haldi heldur ikki, at hann verður forsætisráðharri, sigur Inger Støjberg við blaðið.

Inger Støjberg hevur verið limur í Vinstraflokkinum, síðani hon var heilt ung. 

Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk hon 28.420 atkvøður.

Næst eftir Lars Løkke Rasmussen, er hon best umtókti politikari í Vinstraflokkinum, mátað í atkvøðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040