Biden: Uttanríkispolitikkurin aftur á beint

Biden: Uttanríkispolitikkurin aftur á beint
Amerikanski forsetin vil endurnýggja leiklutin hjá USA á uttanríkispolitiska pallinum, og endurvinna trúvirðið hjá landinum
 
05.02.2021 - 08:11

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur nú, at USA er aftur á altjóða pallinum, og tað nú er ein nýggj tíð eftir tilvildarliga uttanríkispolitikkin hjá undanmanni hansara, Donald Trump.

Tað segði Joe Biden í síni fyrstu uttanríkispolitsku røðu í gjár, har hann legði dent á, at USA aftur verður ein aktivur partur av altjóða samfelagnum.

Trúvirðið skal endurvinnast

Vit skulu endurnýggja okkara leiklut í aljtóða stovnum, og endurvinna okkara trúvirði og okkara moralska autoritet. Nakað vit hava mist síðstu fýra árini, segði Biden.

Í røðuni segði Biden eisini, at hann fer at føra eina harða linju mótvegis Kina og Russland, umframt at hann bað herleiðararnar í Mynmar um at steðga við kvettinum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, kunngjørdi eisini, at USA steðgar at stuðla stríðnum hjá Saudi-Arabia í Yemen.

ST: Støðan í Yemen er vanlukkulig

Hetta kríggið má enda, og vit mugu tryggja, at neyðhjálp kemur til fólkini fólki í Yemen, segði Joe Biden.

Umleið 80 prosent av fólkunum í Yemen liva av neyðhjálp. ST hevur sagt, at støðan í Yemen er ein at heimsins ringastu humaniteru kreppunum nakrantíð, skrivar AP.

Donald Trump stuðlaði stríðnum hjá Saudi Arabia í Yemen, og seldi teimum millum annað bumbur og stuðul í aðrar mátar eisini. Trump segði, at hetta millum annað var við til at skapa arbeiðspláss í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297