Eysturkommuna letur stuðul til ítrótt og mentan

Eysturkommuna letur stuðul til ítrótt og mentan
Víkingur hevur fingið størsta stuðulin, 600.000 kr.
G!festivalurin hevur fingið 200.000 kr. í stuðli frá Eysturkommunu
 
01.03.2021 - 09:36

Býráðið í Eysturkommunu hevur seinastu tveir býráðsfundirnar játtað stuðul til ítróttin og mentanina í kommununi.

Játtað er ein millión krónur.

Størsta stuðulin fær Víkingur. Felagið fær 600.000 kr. 

Felagið hevur seinastu nógvu árini fingið 400.000 kr. um árið, men søkti um 600.000 kr í ár, tí íðkandi limir eru vorðnir nógv fleiri nú. Í løtuni eru teir 550. 

G! Festivalurin hevur fingið 200.000 kr. 

Leirvíks Páll skótarnir hava fingið 40.000 kr. til rakstur og íløgur í útgerð og hús. 

Í ár er ætlanin at gera íløgur í eitt hálvtak omanfyri skótahúsið.

Kappróðrarfelagið Tindur hevur fingið 50.000 kr., Tónleikasamtakið Grót 40.000 kr. og eldrafelagið Fjallið, sum hevur 180 limir, hevur fingið 40.000 kr. 

100 ár eru liðin, síðani heimamissiónsarbeiðið byrjaði í Leirvík.

Stýrið í Leirvíkar missiónshúsi ætlar at geva út eitt minnisrit um arbeiðið tey 100 árini, frá 1921 til 2021. 

Býráðið í Eysturkommunu hevur givið 35.000 kr., so minnisritið kann koma í hvørt hús í Leirvík.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210