Trý tilboð at gera tunlarnar norður um Fjall

Trý tilboð at gera tunlarnar norður um Fjall
Articon hevur bíligasta tilboðið, slakar 374 milliónir kr.
Articon hevur bíligasta tilboðið upp á arbeiðið at gera nýggju tunlarnar norður um Fjall
Mynd: Landsverk  
 
04.03.2021 - 14:09

Trý tilboð eru komin at gera nýggju tunlarnar norður um Fjall.

Tey vórðu latin upp seinnapartin.

Articon hevur bíligasta tilboðið, sum er slakar 374 milliónir kr.

J&K Petersen sigur seg kunna gera arbeiðið fyri góðar 392 milliónir krónur.

Triðja tilboðið er frá NCC. Tað er nógv dýrast, góðar 458 milliónir kr.

Mett til 400 mió. kr.

Landsverk hevur mett, at sjálvt tunnilsarbeiðið fer at kosta umleið 400 milliónir. Tá er el-arbeiðið ikki íroknað.

Alt arbeiðið, bæði vegagerð og tunlar, er mett at kosta tilsamans 522 milliónir kr. 

Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini, og ætlanin er, at farast kann undir tunnilsarbeiðið í summar. 

Articon ger vegirnar í sambandi við báðar tunlarnar. Tilboðið frá teimum var góðar 11 millióinir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028