Strandferðslan skal greinast út æsir

Strandferðslan skal greinast út æsir
Landsstýrismaðurin og Strandferðslan hava samtykt at orða ein arbeiðssetning
Greiningin skal svara spurninginum um, hvussu Strandfaraskip landsins skulu skipast í framtíðini
 
05.03.2021 - 12:20

Nú skulu Strandfaraskip landsins greinast út í æsir. Tað skulu uttanveltað fólk gera.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Strandfaraskip landsins høvdu fund í gjár. Har varð samtykt at orða ein arbeiðssetning um greiningina.

Alment partafelag ella almennur stovnur

Greiningin skal svara spurninginum um, hvussu Strandfaraskip landsins skulu skipast í framtíðini. 

Skal stovnurin blíva eitt alment partafelag, ella halda fram sum ein almennur stovnur sum nú, ella skal loysnin vera har ímillum?

Spurningurin er eisini, hvussu nógv Strandfaraskip landsins skulu eiga. Nú eru Bygdaleiðir og Mykinesleiðin útveittar, men Strandferðslan eigur hini skipini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891