Fara nú at seta landbúnaðarráðgeva

Fara nú at seta landbúnaðarráðgeva
Umsóknarfreistin var 1. mars
Tróndur G. Leivsson er stjóri á Búnaðarstovuni, men hann vil ikki siga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar til starvið sum landbúnaðarráðgevi
 
11.03.2021 - 08:43

Skjótt verður landbúnaðarráðgevi settur. Umsóknarfreistin var til 1.mars.

Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, vil ikki siga, hvussu nógvar umsóknir komu. Men umsóknir eru, sigur hann.

Rólvur Djurhuus var landbúnaðarráðgevi. Hann gavst í fjør summar. 

Fyrst í hesum árinum fekk Búnaðarstovan eina reglugerð um landbúnaðarráðgeva. Slík reglugerð hevur ikki verið áður.

Til starvið sum landbúnaðarráðgevi krevst førleiki á hægri universitetsstigi sum landbúnaðarfrøðingur, við sergrein í evnum, sum eru viðkomandi fyri føroyskan landbúnað. 

Formligur granskingarførleiki er ein fyrimunur. 

Dentur verður lagdur á verkligar førleikar, og gott innlit í føroysk landbúnaðarviðurskifti hevur eisini stóran týdning, stendur í starvslýsingini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313