Hasfjord hevur mist 20 dagar í sigling

Hasfjord hevur mist 20 dagar í sigling
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Hasfjord siglir vanliga fýra dagar um vikuna í Skopunarfirði
 
11.03.2021 - 08:36

Strandfaraskipið Hasfjord kostaði tað sama at gera siglingarklárt sum at keypa.

Hasfjord kostaði 3,5 milliónir krónur, og skipið varð umvælt fyri 3,5 milliónir krónur, áðrenn tað fór at sigla í Føroyum.

Seinni eru brúktar tvær milliónir afturat til umvælingar og annað. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Hevur mist 20 dagar

Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun 24. juni í fjør. Hasfjord fór í sigling aftur 21. juli.

Trupulleikar vóru við høvuðspumpuni til bógskrúvuna 19. februar í ár. Skipið fór aftur í sigling 2. mars.

Hasfjord siglir vanliga fýra dagar um vikuna í Skopunarfirði. Skipið hevur tí mist 20 dagar, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221