Móð er besta svarið

 
12-03-2021
biitGrein
P2
Svarta speglið
Móð er besta svarið
Eg eiti Gunnvá, eg eri 16 ára gomul og gangi í 9. flokki í Havn. Í frítíðini venji eg flogbólt, hip hop og arbeiði eitt sindur í Sheep
Bjørg Egholm

Eg eiti Gunnvá Winther, eg eri 16 ára gomul og gangi í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum. Í frítíðini venji eg flogbólt, hip hop og arbeiði eitt sindur í Sheep.  

Hugsar tú um veðurlagið?  
Ja, dagliga. Eg royni at halda meg í gongd við at lesa greinar og lurta eftir fyrilestrum, bæði um hvussu trupulleikin er skrúvaður saman, men eisini, hvat kann gerast fyri at steðga honum.  


Nær byrjaði tú at hugsa um veðurlagið? 
Man byrjar nokkso tíðliga at hoyra um, at man ikki skal tveita rusk út, tí tað ikki verður niðurbrotið. So eg byrjaði nokkso tíðliga at hugsa um dálking, og við dálkingini fingu veðurlagsbroytingarnar eisini í mín áhuga.  

Eg haldi tað vera løgið, at vit enn eru bundin av at brenna olju. Óansæð um man leggur tað stóra í veðurlagsbroytingar, mótvirkar olja onkursvegna framgongd. Kenst løgið, at tað enn skal vera ein trupulleiki.  


Er dálking líka umhvørvisskaðiligt sum útlát eftir tíni meting?  
Altso, lívfrøðiligt margfeldi verður ofta skumpað til viks. Plastdálking o.a. er ein sera stór hóttan fyri lívmargfeldið. Hóast lívfrøðiligt margfeldið og veðurlagið eru hvør sítt, ganga tey kortini hond í hond. So eg vildi nokk sagt, at hesi eru líka stórir trupulleikar, men á ymiskan hátt.  

Tó skal sjálvandi sigast, at eg neyvan eri tann besta at spyrja um hetta, tí eg havi ikki nóg nógva vitan um hetta. 


Fylla veðurlagsbroytinganar nógv í tínum gerandisdegi?  
Eg eri, fyri veðurlagið, vorðin vegetar, og eg royni at hava hasar lítlu gerandisbroytingarnar við mær, so sum altíð hava eitt innkeypsnet og termokopp uppi á mær. So eri eg eisini limur í Veðurlagslóg Nú.  

Hvussu hevur tú tað, tá ið tú sært onkran tveita rusk frá sær?  
Eg havi hug at skjóta tey. Nei, men seriøst, eg havi bara ilt við at skilja hví tey gera tað. Oftast fari eg yvir og taki ruskið og koyri tað í ruskspannina.  


Er nakar vansi við at vera ung og hugsa um veðurlagið?  
Eg vildi ikki sagt, at tað er ein vansi at vera ung og hugsa um veðurlagið, men at vera ein av fáum, millum fleiri. Onkuntíð verður man ørg, tí onkur, kanska foreldur ella onnur ung bara ikki skilja tað, tú sigur.  


Hevur tú nakrantíð ynskt, at tú ikki hugsaði um veðurlagsbroytingar - júst sum nógv onnur ung?  
Altso, ja og nei. Av tí, at eg havi vitað hetta so mikið leingi, havi eg havt møguleika at ment mína vitan, so at eg fái verið við til, at gera okkurt við málið. Tó er tað eisini troyttandi at hugsa um, men tað hevur ikki so nógv við meg sjálva at gera, men heldur er tað, hvussu støðan verður handfarin.  

So um støðan varð handfarin betur, hevði eg allarhelst svarað við einum ivaleysum nei.  


Hví er tað so týdningarmikið, at vit gera okkurt við veðurlagsbroytinganar?  
Óansæð, um man heldur, at veðurlagsbroytingar fara at vera endin á menniskjanum ella ikki, hava veðurlagsbroytingar so nógv keðiligt við sær, t.d. at ísurin á Arktis bráðnar, so ísbjarnirnar verða hóttar, og fleiri býir hava fingið stormar og regn, so eg haldi tað vera nokkso upplagt, at hatta skal steðgast.  


Ert tú bangin, súr, kedd, irreterað, móð, tá ið tú hugsar um veðurlagið?  
Eg haldi, at móð er besta svarið.  

Eg eri, fyri veðurlagið, vorðin vegetar


Hvar sært tú teg sjálva um 10 ár?  
Ja, nú veit eg ikki. Eg havi havt ætlanir um at vera sakførari í so øgiliga langa tíð, men tær eru spakuliga við at fána. Men hóast man ikki ordiliga kann fyrireika tað arbeiðið, havi eg altíð viljað verið politikari, síðani eg var heilt lítil.  


Hvat er týdningarmesta telefonsamrøðan tú hevur havt?  
Tann allarsíðsta eg hevði við ommu, tá hon var á Ríkissjúkrahúsinum til stráluviðgerð. Eg náddi ikki at síggja hana aftur, og eg vildi bara ynskt, at eg dróg ta telefonsamrøðuna eitt sindur longur út.  


Yndis seria/filmur? 
Eg dugi ikki at hava yndisfilmar, men eg ivist ikki eina løtu í, at mín yndisrøð er SKAM. Eg haldi SKAM vera týdningarmesta ungdómstilfar, sum er komið út í Norðurlondum. Tað ljóðar kanska nokkso ekstremt, men eg eeeelski SKAM.  


Um tú bara hevði kunnað etið eitt ting restina av tínum lívi, hvat hevði tað so verið? 
Allarhelst lasagna, tí eg elski at gera lasagnu, næstan líka nógv, sum eg elski at eta hana, og bechamelsós er tað besta í heiminum.  


Hvat ráð hevði tú givið til tín sjálvs, um tú møtti tær sum barn?  
Uff, hvar skal man byrja? Tað størsta man vera at hugsa um, hvat eg átti at gjørt ørðvísi fyrr. Eg haldi, at tað man vera hesi:  
At minnast tøl og listar er ikki at vera klókur, og eingin leggur í at hoyra tey.  
Vitja ommu og abba meira.  
Gevst at verða so illa við av menniskjaligum feilum. Tú ert so mikið klók, tú eigur at vita, at hatta er tíðaroyðsl.  
Tað ger teg ikki kula at vera radikal í øllum.  
Tak tær av húðini. 


Hvør er tín fyrimynd? 
Omma mín, sum doyði í august. Hon vitjaði eini 40 lond, royndi alt, var altíð blíð, og øll, sum eg havi tosað við, siga altíð, hvussu fitt og klók hon var.  


Um tú hevði uppmerksemið hjá allari verðini í 30 sek. hvat hevði tú so sagt? 
Ja, tað hevði nú verið rættiliga vilt at uppliva. Tað er ein vansi við at hava so nógv áhugamál. Veðurlagsbroytingar eru væl eitt tað mest átrokandi, so eg hevði allarhelst sagt okkurt um tað, men kanska bara okkkurt um, at vit skulu vera góð við hvønn annan.  


Hvat hopar tú stendur eftir teg, tá ið tú einaferð ikki ert her meir?  
Einar rúmligar og frælsar Føroyar. Tað ljóðar rættiliga cliché, men alt ov nógv verður ikki rúmað, t.d. næmingar, sum ikki eru so sterkir bókliga, men eisini tað meira traditionella, sum t.d. LGBTQ+-menniskju.  


Bestu ráð, tú hevur fingið?  
Eg veit í roynd og veru ikki, um eg nakrantíð havi fingið hetta ráðið frá onkrum, ella um hetta bara er okkurt, eg eri komin fram til burtur úr øðrum ráðum, men ikki hanga í tínum gomlu mistøkum, tú fært akkurát einki burtur úr tí. Brúka tey til at gera tað betri næstu ferð.  


Eitt ting, sum tú elskar við tær sjálvari?  
Eg tori at tosa. Bæði at siga mína meining, men eisini bara at hava samrøður við fólk. Tað hevur hjálpt mær væl. 

#7c1aff
Bjørg Egholm
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi. Eg havi gingið á møtið síðani eg var smágenta, og eg gangi enn á møti, tí eg elski tað
12-04-2021
 
P3
Bjørg Egholm
Bergur Leifson Durhuus er 15 ár, gongur í 9. flokki og brúkar 30 tímar um vikuna uppá arbeiði og ítrótt
05-02-2021
 
P1
Ber tað til, at steðga við at fylgja kenningum á Instagram? Og er tað eitt “red flag”, tá drongurin, tú fjasast við, hevur verið saman við eini vinkonu hjá tær?
Publish:
17-09-2021
Poddvarp
128709
P17
Er vandi á ferð, tá daman hevur gjørt eina familju í Sims, har ekssjeikurin er í húskinum? Tað er fyrsti spurningurin, sum Ingilín D. Strøm og Bjørga Sivertsen skulu tosa um
Publish:
08-09-2021
Poddvarp
128365
P16
Hvat skal ein genta gera, sum hevur selt eina mynd fyri 1000 krónur, sum nú er í umferð? Laila Neshamar og Elisa Vang eru gestir á Gentuvesinum og tosa eitt nú um hetta
Publish:
03-09-2021
Poddvarp
128167
P15
Gerandisdagurin er byrjaður á eftirskúlanum og Bjørg nýtur tað, men hevur eisini sítt at stríðast við, tí hon eitur Bjørg og tað er ikki bara lætt hjá dønum
Publish:
31-08-2021
Video
128020
P3
Nordic Music Days eru í hesum døgum, og Biit hevur hitt Bjørn Svin, sum er annar av monnunum aftanfyri verkætlanina A Faroese Tale
Publish:
29-08-2021
Poddvarp
127934
P2
Nær er rætta løtan at fortelja, at tú hevur skøvað bilin hjá foreldrunum? Hvat geri eg við eina vánaliga vinkonu? Elin Maria Hansen og Kristian Clementsen fáa nokk at tosa um
Publish:
27-08-2021
Poddvarp
127902
P14
Hanna og Vilhelm ummæla Pixar-filmin Luca og tosa millum annað um, hvar hann liggur í mun til Pixar-Tierlistan í seinasta parti
Publish:
26-08-2021
Poddvarp
127868
P6
Nordic Music Days eru og Biit hevur tosað við ein av monnunum í avant garde tónleikabólkinum Resterne af Rigsfællesskabet
Publish:
03-09-2021
Poddvarp
127843
P4
Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum. Ein onnur kvinna, Anna Katrin Egilstrøð, hevur verið við at gjørt tónlistarligt verk um Beintu
Publish:
01-09-2021
Poddvarp
127842
P3
Samrøður, gott lag og tónleikur, tá ið Biit sendi beinleiðis frá Voxbotn leygarkvøldið, har vit hoyra málið í eitt nú Christopher, John Martin, Michel Zitron og glaðum gestum
Publish:
23-08-2021
Poddvarp
127718
P1
Marjun Drós Tausen Poulsen og Pól Jóhannus Toftegaard Larsen vitja Gentuvesið, har tey millum annað tosa um likes á Instagram og trúgv og fordøming
Publish:
20-08-2021
Poddvarp
127652
P13
Kann eg gerast við barn, um eg havi gloymt ein p-pillara? Daman gerst ikki vát, tímir hon ikki meg? Millum annað hetta viðgera Marianna og Turið í øðrum parti av Sendnudes
Publish:
18-08-2021
Poddvarp
127562
P2
Kvinnurnar, sum hava instagramvangan Kropsfatanistar, eru dagsins gestir á Gentuvesinum
Publish:
14-08-2021
Poddvarp
127389
P12
Syndarligu restirnar og eg er heiti á nýggjasta átakinum hjá Biit: Klummuklubbin. Klummuklubbini er ein klubbi við klummum, sum fólkini í Biit skriva
Publish:
09-08-2021
Poddvarp
127271
P1
Bjørg roynir at njóta seinastu dagarnar í Føroyum, áðrenn kuffertið skal pakkast, vinkonurnar klemmast og flúgvast skal til Danmarkar har eftirskúlin byrjar
Publish:
09-08-2021
Video
127267
P2
Erling Mørkøre og Eyðrið á Fløghamri, sum bæði eru virkin í ungdómspolitikki, eru gestir á Gentuvesinum í dag. Tey tosa millum annað um vinfólk, sum lukta av sveitta
Publish:
06-08-2021
Poddvarp
127238
P11
Í hesum partinum gera Hanna og Vilhelm ein Tier lista har tey flokka Pixar-filmarnar eftir, hvussu góðir ella vánaligir teir eru
Publish:
04-08-2021
Poddvarp
127171
P5
Sólbjørg Skoubo, online coach, og Sunnvá Dahl Rasmussen frá Nybyggerne vóru gestir á Gentuvesinum, sum í dag er merkt av timburmonnum
Publish:
30-07-2021
Poddvarp
127047
P10