Eru farin at endurskoða stýrisskipanarlógina

Eru farin at endurskoða stýrisskipanarlógina
Allir flokkar eru við í arbeiðnum
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði á ólavsøku í fjør, at stýrisskipanarlógin skal endurskoðast, og nú er arbeiðið byrjað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2021 - 11:27

Arbeiðið at endurskoða stýrisskipanarlógina er byrjað, sigur Báður á Steig Nielsen, løgmaður.

Ein fundur hevur verið, og næsti fundur verður týsdagin í næstu viku. Øll floksforfólkini eru við í endurskoðanini.

Løgmaður segði í røðu sínari á ólavsøku í fjør, at stýriskipanin skuldi endurskoðast.  

Nakrar broytingar eru nevndar. 

Øll eita maður

Í galdandi lóg eita øll maður, eisini kvinnurnar. Umrøtt verður, hvussu hetta kann broytast.

Lítið stendur um kommunurnar í lógini, so spurningurin er, um meira skal í lógina um kommunurnar.

Fólk, sum eru undir verjumáli, og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali, og kunnu stilla upp til kommunustýri. 

Men hetta er ikki galdandi fyri løgtingið.

Kannað verður eisini, um fíggjarligi parturin í lógini skal endurskoðast.

Millumlandasáttmálar

Sambært stýriskipanarlógini koma millumlandasáttmálar fram um løgtingslóg, um lógin gongur í móti sáttmálanum.

Hetta er eisini við í endurskoðanini.

Skal stýriskipanarlógin broytast, skulu tvey løgting samtykkja tað.

Stýriskipanarlógin kom í gildi í 1995. Hon er kalla óbroytt síðani tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091