- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sydney: Ringasta vatnflóð í 31 ár

Túsundtals fólk í avstralska býnum,Sydney, hava fingið boð um at rýma frá húsum.
Tað hendir eftir herviligt áarføri og vatnflóð á eysturstrondini í landinum, skrivar Ritzau.
Bjargingarlið hava givið húskjum í Sydney, sum búgva tætt við sjóvarmálan, boð um, at tey skulu fara frá húsum í dag.
Boðini koma dagin eftir, at myndugleikarnir í landinum ávaraðu um "lívshóttandi vatnflóð" fleiri staðni í landslutinum New South Wales, har Sydney er.
Longu í gjár vórðu tey fyrstu fólkini í Sydney flutt burtur, tá ógvusligt áarføri gjørdi um seg har um leiðir.
Um hesa tíðina í fjør noyddust fólk í New South Wales eisini at rýma frá húsum, tá herviligar skógareldar gjørdu um seg í økinum.
Vatnflóðin í Sydney verður mett at vera tann ringasta síðani 1990.



























