Apple bót fyri ikki at geva løðara við

Apple bót fyri ikki at geva løðara við
Myndugleikarnir í Brasil hava givið fyritøkuni milliónabót, tí hvørki løðari ella smátalarar fylgja við iPhone 12
 
23.03.2021 - 07:09

Brasilskir myndugleikar hava givið tøknirisanum, Apple, meira enn 11 milliónir krónur í bót, tí felagið í fjør koyrdi nýggju iPhone12 á marknaðin uttan at leggja løðara saman við telefonini.

Tá telefonin varð send út á marknaðin avgjørdi Apple, at hvørki løðari ella oyratelefonir skuldu fylgja við. Apple kann kæra dómin, skrivar tek.no

Minni dálking kann ikki prógvast

Grundgevingin var, at flestu brúkarar hava fleiri USB-løðarar heima, og at tað fór at minka um dálkingina og gera eskjuna, sum telefonin liggur í, minni.

Brasilsku myndugleikarnir siga, at Apple hevur ikki kunnað prógvað, at broytingin hjá teimum hevur nakra ávirkan á umhvørvið, og at avgerðin er brot á brasilska brúkaraverndarlóg.

Apple má virða og skilja brasilskar brúkaralógir og stovnar, sigur Fernando Capez, stjóri í brúkarastovninum, Procon-SP, sum eisini gav Apple bót fyri at villeiða brúkarar um, hvussu vatntøtt iPhone er, skrivar Macrumors.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985