Einki skipað tilboð um sálarfrøðiliga hjálp

Einki skipað tilboð um sálarfrøðiliga hjálp
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni, um fangar, sum sleppa úr varðhaldi
Djóni Nolsøe Joensen spurdi um viðurskiftini hjá føroyskum varðhaldsfangum. Løgmaður svarar, at danski løgmálaráðharrin arbeiðir við uppskoti um, hvussu revsing skal avgreiðast í Føroyum
 
26.03.2021 - 09:17

Tey, sum verða latin leys úr varðhaldi, fáa einki skipað tilboð um sálarfrøðiliga hjálp.

Heldur ikki føroyingar, sum sita í varðhaldi í Danmark, fáa skipað tilboð um hjálp frá sálarfrøðingi ella sálarlækna, tá teir verða latnir leysir.

Hetta sæst í svari frá løgmanni til Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann.  

Hækkerup arbeiðir við uppskoti

Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hevur upplýst fyri landsstýrinum, at Løgmálaráðið er komið langt við einum uppskoti um eina lóg um, hvussu revsing skal avgreiðast í Føroyum.

Sambært uppskotinum verða somu reglur sum í Danmark galdandi um telefonsamrøður hjá teimum, sum eru í varðhaldi. 

Reglurnar í Danmark eru lagaligari enn í Føroyum. Tær eru eisini galdandi fyri føroyingar, sum eru í varðhaldi í Danmark.  

Í varðhaldinum í Mjørkadali sleppa tey, sum har eru fangar, at ringja tvær ferðir um vikuna, 10 til 15 minuttir hvørja ferð.

Kanna umstøðurnar

Í løtuni kanna føroysk og donsk embætisfólk, hvussu sleppast kann undan at senda føroyingar til Danmarkar at sita.

Tey skulu eisini gera frágreiðing um, hvussu umstøðurnar hjá teimum, sum sita í Føroyum, kunnu betrast.

Tá verður hugsað um høli, undirvísing, arbeiði og rúsevnisviðgerð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342