9.562 harur skotnar í fjør

9.562 harur skotnar í fjør
Flestu harurnar vórðu skotnar í "Dalhaga - Eystaraparti" í Vestmanna
 
27.03.2021 - 13:10

Í fjør vórðu 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum.

Tað vísir níggjunda frágreiðingin um haruveiðu, sum Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparetrinum, hevur gjørt.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.

Flestu harurnar í fjør vórðu skotnar í "Dalhaga - Eystaraparti" í Vestmanna. Fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum.

Í Kvíggjarhamarshaga í Saksun vórðu skotnar 180 harur á 10 túrum. 

Hagin "Botnar" í Funningi var á triðja plássi. Har vórðu skotnar tilsamans 175 harur á átta túrum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528