Jenis bíðar eftir svari frá uttanlandsnevndini

Jenis bíðar eftir svari frá uttanlandsnevndini
Tað er ikki vist, at landsstýrismaðurin fær svar um radaran fyri páskir, sigur Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini
Jenis av Rana ætlaði at svara donskum myndugleikum um radaran á Sornfelli í gjár, men hann bíðar enn eftir uttanlandsnevndini
 
27.03.2021 - 17:30

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, bíðar framvegis eftir svari frá uttanlandnevndini í málinum um ætlaða radaran á Sornfelli.

Men tað er ikki vist, at hann fær nakað svar fyri páskir, sigur Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini.

Jenis av Rana ráðførdi seg við uttanlandsnevndina um radaran mikudagin, og tá var ætlanin, at nevndin skuldi svara landsstýrismanninum hósdagin ella í gjár, so Jenis av Rana kundi senda donsku myndugleikunum svar upp á umbønina um at seta radara upp á Sornfelli.

Bill Justinussen sigur, at uttanlandsnevndin viðger framvegis málið, og tað er ikki vist, at nevndin verður liðug við viðgerðina fyri páskir.

Kanska onkur millumleikur

Spurdur, um uttanlandsnevndin nú fer at mæla landsstýrismanninum til at svara annaðhvørt ja ella nei at seta radaran upp, sigur Bill Justinussen, at kanska er onkur millumleikur eftir, áðrenn endalig støða verður tikin til spurningin. 

Tá ætlanin um at verja Arktis varð løgd fram í februar, segði Trine Bramsen, verjumálaráðharri, at undirtøka frá føroyskum og grønlendskum myndugleikum hevur avgerandi týdning.

Ætlaði radarin á Sornfelli verður mettur at kosta 390 milliónir kr. 

Tilsamans er ætlanin at brúka hálva aðru milliard krónur til verjutiltøk í Arktis til 2023. Eftir 2023 er ætlanin at brúka 300 milliónir kr. um árið.

Harumframt er ætlanin at brúka 750 milliónir til yvirvøku við dronum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096