31 fráboðanir um barnaporno seinastu fimm árini

31 fráboðanir um barnaporno seinastu fimm árini
Politiið í Føroyum hevur fingið 31 fráboðanir um barnaporno frá 2016 og til hálvan mars í ár
 
08.04.2021 - 12:07

Hetta vísir yvirlit, sum fútin hevur sent Rættarnevndini hjá løgtinginum, sum viðger uppskot um barnaváttanir.

Yvirlitið er um kynsligan ágang móti børnum og ungum, sum eru yngri enn 18 ár.

Í yvirlitinum eru tilsamans 63 fráboðanir tey góðu fimm árini, yvirlitið umfatar.

Munur er á, um fráboðaða brotsgerðin er framd móti fólki, sum er yngri enn 18 ár, yngri enn 15 ár ella yngri enn 12 ár.

Í yvirlitinum eru 20 fráboðanir um kynsligan ágang móti børnum, sum eru yngri enn 12 ár.  

Í 2018 varð í einum føri boðað frá samlegu við, sum tað stendur, prostitueret undir 18 ár.

Í yvirlitinum eru eisini fimm fráboðanir um samlegu við børn, sum eru yngri enn 15 ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120