Samráðast um samgongu í Grønlandi

Samráðast um samgongu í Grønlandi
Í Grønlandi er Mute B. Egede farin undir samgongusamráðingar.
 
10.04.2021 - 12:26

34 ára gamli formaðurin í IA vann valið og við sínum 12 tinglimum er flokkurin størstur í Grønlandi.

Við grønlendska kringvarpið KNR sigur Mute B. Egede, at hann hevur havt innleiðandi prát við allar flokkar, og nú byrja meira bindandi samráðingar.

Einasti flokkur, sum higartil hevur gjørt greitt, at tey ikki fara í samgongu við IA, er Demokra'atit. Flokkurin, sum fekk tríggjar tinglimir á valinum týsdagin, sigur seg ikki vera samdan við tí yvirskipaðu, politisku kós, sum IA stendur fyri. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652