Skip í Suez: Egyptar vilja hava endurgjald

Skip í Suez: Egyptar vilja hava endurgjald
Japanska felagið, sum eigur skipið, ið stóð fast í Suez-veitini, vil ikki tosa um endurgjald, men vónar at finna eina loysn
Farmaskipið, Ever Given, stóð fast í Suez-veitini í meira enn eina viku og forðaði fyri sigling í veitini. Nú vil Egyptaland hava endurgjald frá reiðarínum
 
14.04.2021 - 09:28

Myndugleikarnir í Egyptalandi fara at stevna japanska reiðarínum, sum eigur farmaskipið Ever Given, sum lá í Suez-veitini, eftir endurgjaldi.

Hvussu stórt endurgjaldið verður, er ikki upplýst, men talan kann verða um 6,5 milliardir kr., meta eygleiðarar.

Skipið, Ever Given, lá fast í Suez-veitini í meira enn eina viku, og tí vil Egyptaland hava endurgjald fyri bæði arbeiðið at fáa skipið leyst aftur og fyri mistar inntøkur, ta tíðina skipið stongdi veitina.

Samstundis hevur Egyptaland gjørt av at leggja hald á skipið.

Vilja ikki tosa um endurgjald

Myndugleikarnir í Egyptalandi siga, at japanska felagið ikki vil tosa um endurgjald. Men ein talsmaður fyri japanska felagið sigur, at felagið vónar at finna eina loysn á málinum, so sleppast kann undan rættarmáli.

Mett verður, at tað verður torført hjá Egyptalandi at fara undir eitt sakarmál, tí eigaraviðurskiftini eru ógreið.

Eitt japanskt felag eigur Ever Given, men ein skipasmiðja á Taivan rekur skipið, sum er skrásett í Panama. Og so kann vera torført at fáa greiðu á, hvat var orsøkin til, at skipið setti seg fast í Suez-veitini, um talan var um vind ella streym, ella um manningin hevði ábyrgdina.

Egyptisku myndugleikarnir upplýsa, at 447 skip máttu bíða eftir at sleppa ígjøgnum Suez-veitina, meðan skipið lá har, samstundis sum nógv onnur skip gjørdu av at sigla suður um Afrika, tí ógreitt var, nær skipið fekst leyst, skrivar Jyllandsposturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329