Embætisfólk fara nú at samráðast um radaran

Embætisfólk fara nú at samráðast um radaran
Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntar, at samráðingarnar verða lidnar í heyst
Donsk og føroysk embætisfólk fara nú at samráðast um ætlaða radaran á Sornfelli
 
15.04.2021 - 14:35

Landstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur í morgun havt fund við Trine Bramsen, verjumálaráðharra.

Har hava tey lagt ætlan fyri samráðingargongdina um ætlaða radaran á Sornfelli.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at nú fara embætisfólk í uttanríkistænastuni og verjumálaráðnum at samráðast um málið og viðgera spurningar og ivamál.

Hendir onki óvæntað, væntar landstýrismaðurin, at samráðingarnar verða lidnar einaferð í heyst. 

Tá fer Jenis av Rana í Uttanlandsnevndina við samráðingarúrslitinum, áðrenn hann hittir Trine Bramsen, verjumálaráðharra, at gera eina møguliga avtalu um radaran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650