Næstan 1.500 fólk tikin í mótmælum

Næstan 1.500 fólk tikin í mótmælum
Russiska løgreglan hevur handtikið nógv fólk eftir mótmælir í øllum Ruslandi, sum stuðla andstøðuleiðaran, Alexei Navalny
Russiska løgreglan handtekur ein mann í mótmælistiltaki í Russlandi mikudagin
Mynd: AP  
 
22.04.2021 - 08:38

Tað er óvist, hvussu nógv fólk hava mótmælt, men talan er um nógv fólk, skrivar Ritzau. Sambært AP, eru næstan 1.500 tikin. SvT skrivar, at nógv færri mótmæltu í Moskva, enn roknað varð við.

Orsøkin kann vera, at fólk eru hótt við langari fongsuslrevsing, um tey mótmæla, og nógv løgreglufólk eru í gøtunum. Fólk eru hótt við fongsulsrevsing upp í átta ár, um tey mótmæla.

Vladimir Putin, forseti, hevur hildið røðu, og hann hótti beinleiðis vesturheimin, og segði tað fáa fylgjur, um lond stíga á reyði linjuna hjá Ruslandi. Tað er eisini ein hóttan, sum fólk hava tikið til efytirtektar, skrivar Ritzau.

 >> SÍ EISINI Læknar stúra um heilsuna hjá Navalny

Vladimir Putin segði, at Moskva fer at gera tað, sum er neyðugt, og tað hendir skjótt, um landið verður hótt. Navalny situr í einum fongsli eystan fyri Moskva. Hann hevur svøltað seg seinastu tíðina, og tí er hann fluttur á sjúkrahús.

Serfrøðingar hjá Sameindum Tjóðum siga seg stúra fyri, at heilsan hjá Navalny er í vanda, og tey vilja hava hann úr Ruslandi, so hann kann fáa viðgerð í onkrum øðrum landi.

Í august í fjør var Navalny eitraður, og tá varð hann fluttur á eitt sjúkrahús í Týsklandi, har hann fekk viðgerð, og kom fyri seg aftur. Fólk frá russisku fregnartænastuni eru undir illgruna fyri at eitra Navalny, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870