Korona fær Japan at lýsa kreppustøðu

bannari
Korona fær Japan at lýsa kreppustøðu
Neyðugt at fáa tamarhald á koronukreppuni, nú bara tríggir mánaðir eru til Olympisku Leikirnir verða settir
 
24.04.2021 - 12:49

Japanska stjórnin hevur lýst kreppustøðu í pørtum av landinum, nú triðja aldan av koronu ger um seg í landinum.

Japanski forsætisráðharrin sigur, at kreppustøðan er galdandi fyri høvuðstaðin, Tokyo, og teir tríggjar grannabýirnar, Kyoto, Osaka og Hyogo. Í økinum búgva umleið 30 milliónir fólk.

Stjórnin hevur gjørt av at lýsa kreppustøðuna frá 25. apríl til 11. mai, og í tíðarskeiðinum skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur, og fólk sleppa ikki til ítróttartiltøk, skrivar Reuters.

Skjótt má berast at

Neyðugt er at bera skjótt at, fyri at steðga smittuni í at breiða seg, sigur búskaparráðharrin í landinum. Japan hevur sett sær fyri at steðga koronusmittuni, tí nú eru bara tríggir mánaðir, til Olympisku Leikirnir eftir ætlan skulu vera í landinum.

Longu sum er, er stórt trýst á sjúkrahúsini í økinum, tí nógv verða innløgd við COVID-19. Hósdagin boðaði Osaka frá, at yvir 1.100 fólk vórðu smittað, og tað er tað mesta í langa tíð.

Í Tokyo varð boðað frá, at næstan 900 fólk vórðu smittað, og tað var tað mesta í tríggjar mánaðir. Japansku myndugleikarnir fóru undir at koppseta fólk í februar.

Men tað gongur seint, og higartil eru bara 0,7 prosent av fólkinum koppsett, upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870