Tørvur á 700 starvsfólkum í eldrarøktini

Tørvur á 700 starvsfólkum í eldrarøktini
Búskaparráðið leggur í løtuni fram temafrágreiðing um avbjóðingarnar á eldra- og heilsuøkinum næstu 10 árini
Temaafrágreiðingin er tann seinasta, sum fráfarandi Búskaparráð leggur fram. Í framtíðini verður landsbankanevndin eisini búskaparráð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2021 - 09:56

Stórur tørvur er á starvsfólki á vælferðarøkinum næstu 10 árini.

Nú klokkan 10 leggur Búskaparráðið fram sína temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini á vælferðarøkinum. 

Búskaparráðið sigur, at tey í fleiri ár hava víst á avbjóðingina, at tað vera munandi fleiri eldri fólk í landinum um 10 ár, og tí verður stórur tørvur til dømis at fáa fleiri starvsfólk á eldraøkinum og heilsuøkinum, men at politikararnir hava lítið og einki ítøkiligt gjørt við tað. 

706 fulltíðarstørv aftrat

Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at aldursbólkurin við fólki yvir 80 ár fer at vaksa umleið 1.200 fólk, ella 52 prosent, næstu 10 árini.

Í eldrarøktini verður tørvur á 706 fulltíðar starvsfólkum aftrat verandi starvsfólkahópi, umframt 338 nýggum búplássum næstu 10 árini, um verandi vælferðarstig frá 2020 skal haldast í 2030.

Harumframt fara 358 fulltíðar starvsfólk á eldraøkinum frá við eftirløn næstu 10 árini.

Les temafrágreiðingina frá Búskaparráðnum her Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini

Búskaparráðið vísir eisini á, at tað er serliga á eldra-, heilsu- og barnamenningarøkinum, at avbjóðingarnar eru.

Konjunkturfrágreiðingar hjá Búskaparráðnum hava í seinastuni verið bjartskygdar um gongdina. Sum mótvekt móti hesum einvísa bjartskygni hevur Búskaparráðið í hvørji frágreiðing síðan 2015 nevnt haldførisavbjóðingina, tó uttan at fáa nevniverdan respons frá politisku skipanini.

Seinasta frágreiðingin

Niðurstøðurnar eru, at vit næstu 10-20 árini fara at standa fyri einum samansettum trupulleikamáli, ið politiska skipanin ikki hevur givið stórvegis gætur enn, og heldur ikki hevur raðfest.

Hetta er seinasta uppgáva hjá verandi Búskaparráði.

Løgtingið hevur í dag triðju viðgerð av uppskoti um at broyta Búskaparráðið, soleiðis at landsbankanevndin eisini verður búskaparráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084