Minst 44 fólk kroyst til deyða í Ísrael

Minst 44 fólk kroyst til deyða í Ísrael
Næstan 100.000 fólk vóru savnað á einum festivali, tá ein pallur sakk saman í gjárkvøldið
Bjargingarfólk bera eitt av teimum deyðu fólkunum úr økinum, har vanlukkan hendi hóskvøldið
Mynd: AP  
 
30.04.2021 - 12:56

Minst 44 fólk doyðu, tá ein pallur á einum festivali í Mount Meron í landnyrðingspartinum í Ísrael sakk saman hóskvøldið, skrivar bretska kringvarpið, BBC News.

Næstan 100.000 fólk vóru í gjár savnað, tá pallurin sakk saman. Minst 150 onnur fólk fingu eisini skaða, skrivar tíðindastovan, AP.

Hetta er fyrstu ferð síðani konufarsóttin tók seg upp, at so nógv fólk eru savnað á einari jødiskari høgtíð í Ísrael.

Sjónvarváttar søgdu í nátt okkara tíð sambært Times of Israel, at bjargingarfólk stríddust við at bjarga fastkleimdum fólkum úr mannamúgvuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345