Hava fund við partarnar hvør sær

Hava fund við partarnar hvør sær
Semingsstovnurin hevur havt nakrar fundir við handverkarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen eru semingsmenn
 
10.05.2021 - 15:04

Semingsstovnurin roynir at fáa handverkarafeløgini og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast um nýggjan sáttmála.

Semingsstovnurin hevur havt fundir við partarnar hvør sær, og slíkir fundir verða aftur í morgin.

Terje Sigurðsson, semingsfólk, sigur, at møguliga verður fundur seinnapartin í morgin, har báðir partar sita saman við borðið.

Fyri skjótt tveimum vikum síðani sendu partarnir boð eftir Semingsstovninum. 

Teir kundu ikki semjast um sáttmála fyri tann, sum var galdandi til 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025