Freistin at biðja um undangóðkenning er í morgin

Freistin at biðja um undangóðkenning er í morgin
Fámjinstunnilin verður mettur at kosta 170 milliónir krónur
Ætlanin er, at arbeiðið upp á bergholið til Fámjins skal byrja seint í ár
 
12.05.2021 - 08:46

Freistin hjá teimum, sum vilja sleppa at gera bergholið til Fámjins, er til klokkan 14 í morgin.

Landsverk bað fyri trimum vikum síðani fyritøkur, sum vilja bjóða upp á bergholið, um at søkja um undangóðkenning.

Fámjinstunnilin er mettur at kosta 170 milliónir krónur sambært nýggjastu kostnaðarmetingini.

Byrja seint í ár

Ætlanin er at bjóða arbeiðið at gera bergholið út seinni í ár og byrja arbeiðið seint í 2021.

Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2023-2024.

Sambært samferðsluætlanini fyri árini 2018 til 2030 verður bergholið 1.200 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203