Koppseting í Norðurlondum: Føroyar á triðja plássi

bannari
Koppseting í Norðurlondum: Føroyar á triðja plássi
Tað er bara í Íslandi og Finnlandi, at fleiri fólk hava fingið fyrra prikið enn í Føroyum
 
12.05.2021 - 05:49

Triðja hvørt fólk í Føroyum hevur nú í øllum førum fingið fyrra prikið fyri koronu. Føroyar eru á triðja plássi yvir øll Norðurlondini, sigur Koppsetingarbólkurin í triðju støðulýsingini, sum kom í gjár.

Tað er bara í Íslandi og Finnlandi, at fleiri fólk hava fingið fyrra prikið enn í Føroyum. Í Íslandi er talið 41 prosent og í Finnlandi er talið 35 prosent. Prosenttalið í Føroyum er 33 prosent.

Í gjár var áttanda hvørt fólk í Føroyum liðugt koppsett fyri koronu. Hetta er triðja støðulýsingin frá Koppsetingarbólkinum, og hon fevnir um tíðarskeiðið 25. mars til 11. mai 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595