Signhild Joensen langt frá síni bestu tíð

Signhild Joensen langt frá síni bestu tíð
Signhild Joensen, sum í hesum døgum svimur til EM í Budapest, var ikki nøgd við avrikið í 100 metur rygg í dag, har hon endaði nummar 44 av 48
 
20.05.2021 - 15:24

Tað gekk ikki eftir ætlan hjá Signhild Joensen í dag. Svimjarin, sum hesa vikuna luttekur í evropameistarakappingini í Budapest, endaði nummar 44 av 48 í 100 metur ryggsvimjing við eini tíðini 1:04.72. Ein tíð, sum hon ikki var nøgd við.

– Eg svimji í roynd og veru nokkso langt frá míni bestu tíð, og tað hevði eg nokk ikki væntað, sigur Signhild Joeosen í samrøðu við Hörð J. Oddfríðarson úr Sundsamband Íslands, sum kann síggjast á svimjing.com.

– Eg havi havt nakrar góðar kappingar fyrr í ár, og tað er hart, at eg skal svimja meg til eina slíka tíð í dag til júst eina slíka kapping, sigur ryggsvimjarin, sum annars hevði sum mál at nærkast ella taka onkra av sínum bestu tíðum.

Signhild Joensen eigur sjálv føroyska metið uppá 1:03.01. Leygardagin skal Signhild Joensen svimja 200 metra teinin, og tað er samstundis síðsta kappingin hjá henni í EM-kappingini.

– Nú havi eg frí í morgin, so eg fari at venja, og vónandi verður tað betur leygardagin, sigur Signhild Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542