Kunnu fiska hummara til húsbrúks

Kunnu fiska hummara til húsbrúks
Uppskot um kunngerð er sent til hoyringar
Rúsurnar skulu setast fram við landi og ikki út frá landi, sigur uppskotið um kunngerðina
 
21.05.2021 - 09:14

Nú fer at bera til at fiska hummara til húsbrúks.

Uppskot um kunngerð um tað er gjørt og sent til hoyringar.

Ætlanin er, at tey, sum ikki hava loyvi til vinnuligan fiskiskap eftr hummara, sleppa at fiska hummara til húsbrúks.

Bara bátar, sum eru minni enn 15 tons, kunnu fiska hummara til húsbrúks og bara við rúsum, í mesta lagi 15 í senn.  

Rúsurnar skulu setast fram við landi og ikki út frá landi, sigur uppskotið um kunngerðina.

Loyvt er bara at seta ella draga hummararúsur í dagslýsi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851