NSÍ undir trýsti á heimavølli ímóti KÍ

NSÍ undir trýsti á heimavølli ímóti KÍ
Oddaliðið í Betri-deildini við monnum, KÍ, vitjar við Løkin, har NSÍ er í vanda fyri at missa sambandið við oddin
KÍ hevur ongan dyst tapt í landskappingini í ár
 
22.05.2021 - 15:51

NSÍ kann missa sambandið við oddin, meðan KÍ við einum sigri kann taka eitt stórt fet móti føroyameistaraheitinum, tá liðini bæði hittast við Løkin í Runavík í kvøld.

Undan dystinum eru 10 stig ímillum KÍ á 1. plássi og NSÍ og 4. plássi, men tapa runavíkingarnir kunnu HB og Víkingur fara eitt sindur longur frá NSÍ í oddastríðnum.

KÍ er í sera góðari støðu. Klaksvíkingarnir hava vunnið 10 og spælt ein javnleik higartil, og eru í løtuni sjey stig frammanfyri HB á 2. plássi, men eingin ivi er um, at teir bláu fara til Runavíkar fyri at vinna.

Liðini hava bert spælt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í landskappingini higartil. Tann dystin vann KÍ 2-0 á heimavølli. Hinvegin vann NSÍ 2-1 við Djúpumýru í 1. umfari av steypakappingini í einum dysti, sum vísti, at tað ber til at vinna á suverena oddaliðnum.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19:00, og Kringvarpið sigur frá dystinum í útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598