Amerikanska fíggjarlógin metstór

Amerikanska fíggjarlógin metstór
Uppskotið er 6.000 milliardir dollarar og hallið verður 1.300 milliardir dollarar
 
30.05.2021 - 10:10

Ætlaninar hjá Joe Biden, forseta um íløgur í undistøðukervið, útbúgving og heilsu, hevur við sær, at hann hevur lagt eitt methøgt uppskot til fíggjarlóg fram.

Talan er um 6.000 milliardir dollarar. So stórur hevur vøksturin í amerikansku fíggjarlógini ikki verið síðani seinna heimsbardaga. Tað hevur við sær, at hallið á fíggjarlógini verður 1.300 milliardir dollarar, skrivar New York Times. Og sambært tí, sum blaðið hevur fingið innlit í, skal amerikanska fíggjarlógin vaksa upp í 8.200 milliardir dollarar til 2031.

Joe Biden hevur sett sær fyri at nútímansgera undirstøðukervið, samstundis sum heilsuverkið, skúlar og barnaansingin skulu mennast. Ætlanin skal at byrja við fíggjast við lántøku, men so líðandi skal skatturin hækka, so íløgurnar verða fíggjaðar umvegis skattin.

Metingar sum umsitingin hevur gjørt, vísa, at hallið fer at vaksa upp í 1.800 milliardir dollarar í 2022. Ætlanin hevur við sær, at skuldin hjá USA verður methøg, 117 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2031, men longu í 2024 verður skuldin tann mesta nakrantíð, hægri enn undir seinna heimsbardaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847