Umstøðurnar eru ikki so ringar

Umstøðurnar eru ikki so ringar
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at sær vitandi er endurgjald fyri mista inntøku eingin trupulleiki í sambandi við barnsburð
Umstøðurnar hjá barnakonum í Suðuroynni, sum fara til Havnar at eiga, eru ikki so ringar, heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum
 
03.06.2021 - 08:41

Umstøðurnar hjá barnakonum í Suðuroynni, sum fara til Havnar at eiga, eru ikki so ringar.

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni, sum spurdi um batar á økinum.

Fýra 50 fermetra stórar íbúðir í Eirargarði í Havn eru ætlaðar barnakonum og teirra avvarðandi.

Harafturat eru níggju kømur.

Missa inntøku

Bjarni Hammer spurdi eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri, at pápar í Suðuroynni fáa endurgjald fyri mista inntøku, tá teir eru í Havn í sambandi við barnsburð.

Har svarar Kaj Leo Holm Johannesen, at sær vitandi er endurgjald fyri mista inntøku ikki ein trupulleiki í sambandi við barnsburð.

Bjarni Hammer sigur, at nógvir pápar missa inntøku, tí teir ikki fáa arbeitt teir dagarnar, sum teir mugu vera í Havn. 

Hetta rakar serliga hart tímaløntar pápar.

Dømi eru um, sigur Bjarni Hammer, at tímaløntir pápar hava verið í Havn í upp til átta vikur uttan rætt til nakað endurgjald fyri mista inntøku. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672