Sverri Sandberg Nielsen rør World Cup-finalu

Sverri Sandberg Nielsen rør World Cup-finalu
Fyrireikingarnar hjá Sverra Sandberg Nielsen til Olympisku leikirnar halda fram. Í dag rør miðvingurin finalu í World Cup í Italia
 
06.06.2021 - 10:39

Beint eftir middag rør Sverri Sandbarg Nielsen finalu í einskullara í World Cup kapping í italska havnabýnum, Sabaudia.

Kappingin er liður í fyrireikingunum til Olympisku leikirnar í summar, har Sverri Sandberg Nielsen er ein av favorittunum.

Tað var ikki ætlanin at vera við til hesa kappingina, men Sverri Sandberg Nielsen, Oliver Zeidler og Kjetil Borch avgjørdu at fara kortini.

- Tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli at kappast her, um Oliver og Kjetil ikki vóru við eisini. Eftir kappingina í Luzern (World Cup II, red.) avgjørdu vit, at taka hesa kappingina eisini fyri at fyrireika okkum so væl sum gjørligt til OL, sigur miðvingurin sambært facebook-vanganum hjá danska landsliðnum í rógving.

Sverri Sandberg Nielsen hevur verið nummar tvey aftanfyri týskaran, Oliver Zeidler, í EM og World Cup í vár, og serliga í byrjanini í róðrunum, hevur stóri týskarin havt munin. Miðvingurin ætlar at leggja meir fyri frá byrjan hesa ferð.

- Eg skal rógva skjótari frá byrjan, so Oliver ikki fær ov stóran fyrimun, men eisini fyri at vita, um eg havi eitt sindur meir í mær og kann geva meg eitt sindur meir, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286