Danmark letur meira upp

Danmark letur meira upp
Frá í morgin kunnu matstøð og skeinkistøð hava opið til á midnátt, og frá 15. juni verður loyvt at hava oipið til klokkan tvey um náttina
Danmark letur meira upp, men krav um koronapass verður verður galdandi til 1. oktober
Mynd: DR  
 
10.06.2021 - 08:59

Allir flokkar í fólkatinginum, uttan Nýggju Borgarligu, eru samdir um, hvussu tað skal gerast liviligari aftur í Danmark eftir koronu.

Flokkarnir samráddust í 12 tímar út í eitt og samdust um, at 14. juni kunnu fólk gevast at bera masku, uttan í bussum og tokum, tá fólk ikki sita. Fólk kunnu gevast at nýta maskur frá 1. september.

Frá í morgin kunnu matstøð og skeinkistøð hava opið til á midnátt, og frá 15. juni verður loyvt at hava oipið til klokkan tvey um náttina.

Frá 1. juli verður kravið um frástøðu slept á matstovum og aðrastaðni, har fólk sita.

Frá 1. september kann náttarlívið aftur virka, sum vanligt hevur verið, men krav um koronapass verður verður galdandi til 1. oktober, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012