Fólkaheilsustýrið: Føroyingar viga ov nógv og gerast alsamt tyngri

Fólkaheilsustýrið: Føroyingar viga ov nógv og gerast alsamt tyngri
Nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at um alt landið viga fólk ov nógv. Tveir av trimum føroyingum eru ov tungir. Tað eru fleiri menn enn kvinnur, ið havi BMI yvir 25
Sandoyingar og suðuroyingar viga mest, staðfestir kanning hjá Fólkaheilsustýrinum, sum Vár Honnudóttir hevur staðið fyri
Mynd: Shutterstock.com  
 
22.04.2024 - 12:03

5.000 føroyingar hava luttikið í kanningini "Hvussu hevur tú tað?" um heilsu, sjúku og trivna, ið Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri. 

Vár Honnudóttir, verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsustýrinum, má bara staðfesta, at tølini lúgva ikki: Føroyingar viga ov nógv. Og satt at siga, so gongur tað bara ein veg hjá føroyingum, og tað er skeiva vegin, vísir hon á. 

- Í 2023 høvdu 66 prosent av Føroyum eitt BMI á 25 prosent ella hægri, sigur Vár Honnudóttir. 


Vár Honnudóttir, verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Menn eru feitari enn kvinnur

Tað eru fleiri menn enn kvinnur, ið hava eitt BMI á 25 ella hægri. Hjá báðum kynum eru tað serliga tey í aldrinum 55 til 64 ár, ið viga mest, og aftur í hesum føri eru tað menninir, sum eru í tyngra lagi. 

Hóast støðan ikki er eins ring allastaðni, so er gongdin hin sama kring allan heim, og alsamt fleiri fólk liva við yvirvekt. Føroyingar viga fjórð mest í øllum heiminum. Yvirvekt er ein alheims fólkaheilsutrupulleiki og viðvirkar til aðrar sjúkur.

- Støðan má takast í álvara, sigur Vár Honnudóttir.

Var_Honnudottir_22042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327