Hjálparfólk fara ikki í samhugaverkfall

Hjálparfólk fara ikki í samhugaverkfall
Limirnir í Hjálparfólkafelagnum fáa løn eftir sáttmálanum millum Pedagogfelagið, KAF og Fíggjarmálaráðið
Sámal Hansen er formaður í Hjálparfólkafelagnum
 
14.06.2021 - 13:05

- Vit fara ikki í samhugaverkfall, sigur Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum.

Felagið hevur umleið 150 limir.

Limirnir, sum starvast á serøkinum, eru til arbeiðis. Flestu dagstovnarnir eru stongdir, og tí er avmarkað, hvat hjálparfólkini fáa gjørt á tí økinum. Sambært formanninum taka limirnir sær av uppgávum, sum liggja á láni, har tað er gjørligt. Felagið hevur tó noktað limunum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.  

Lønt eftir pedagogsáttmálanum

Hjálparfólk fáa løn eftir sáttmálanum, sum er millum Pedagogfelagið og KAF og Fíggjarmálaráðið 

Sámal Hansen sigur, at Hjálparfólkafelagið serliga vil hava tryggari setanarviðurskifti, men hann heldur ikki, at Pedagogfelagið hevur lagt dent á hetta í samráðingunum. Hann heldur hinvegin, at KAF og Fíggjarmálaráðið hava lagt dent á hetta økið.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329