Børn fáa rætt til bæði mammu og pápa

Børn fáa rætt til bæði mammu og pápa
Sambært uppskoti um foreldramyndugleikalóg, fáa ógift betri møguleikar at fáa felags foreldramyndugleika
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur gjørt uppskotið um foreldramyndugleikalóg, sum nú er farið til hoyringar
 
17.06.2021 - 09:31

Uppskot er gjørt um føroyska foreldramyndugleikalóg.

Galdandi lóg í Føroyum um foreldramyndugleika og samveru er donsk. Hon er frá 2007, men broytingar eru gjørdar seinni, seinast í 2018.

Nú er málsøkið yvirtikið, og í samgonguskjalinum er ásett, at foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast.

Rætt til mammu og pápa

Sambært uppskotinum um nýggja lóg fáa børn rætt til bæði mammu og pápa.

Ógift foreldur fáa betri møguleikar at fáa felags foreldramyndugleika. Myndugleikar fáa heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika.

Avgerð kann takast um bústaðin hjá barninum. Við tí fáa foreldrini betri møguleikar at varðveita felags foreldramyndugleika.

Ásetingarnar um samveru eru nágreinaðar og víðkaðar millum annað soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur, sum barnið er knýtt at, enn foreldur. 

65 síður

Eisini er ásett í lógaruppskotinum, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk.

Lógaruppskotið og viðmerkingarnar eru drúgvar, 65 síður.

Men hoyringarfreistin er eisini óvanliga long, hon er til 13.august.

Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi á nýggjárinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065