HB ímóti Inter Club d’Escaldes í kvøld

HB ímóti Inter Club d’Escaldes í kvøld
Í kvøld spælir HB hálvfinalu í innleiðandi undankapping til Champions League. Mótstøðuliðið er Inter Club d’Escaldes úr Andorra
Í kvøld skal HB royna seg í evropeisku meistarakappingini
 
22.06.2021 - 14:49

Í kvøld spælir HB hálvfinalu í innleiðandi undankappingini til Champions League ímóti Inter Club d’Escaldes úr Andorra.

Dysturin er klokkan 19.00. 

Inter Club d’Escaldes er tvífaldur meistari, og 41 ára gamli Ildefons Lima, sum hevur spælt 129 landsdystir fyri Andorra - fleiri av teimum ímóti Føroyum - telist millum kendastu spælararnar á liðnum.

Kappingin skuldi eftir ætlan vera í Føroyum, men UEFA valdi at flyta hana, tí fótbóltssamgongan metti, at føroysku koronureglurnar eru ov strangar. Spælt verður í staðin í Albania. 

Vinnur HB á Inter Club d’Escaldes í kvøld, skal føroyski meistarin spæla finalu ímóti antin Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo fríggjadagin. 

Sambært portal.fo meta veddingarfyritøkur, at HB er stórur favorittur at vinna dystin í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949