Delta-frábrigdið í Sydney - fólk biðin um at vera við hús

Delta-frábrigdið í Sydney - fólk biðin um at vera við hús
Tað verður heldur ikki loyvt at hugna sær á dansistøðum og at ganga og mala á matstovum
30 tilburðir av Delta-frábrigdinum av koronu eru staðfestir í Sydney, og tað hevur fingið myndugleikarnar at seta tiltøk í verk.
 
23.06.2021 - 10:02

Fólk í Sydney í Avstralia skulu vera við hús næstu sjey dagarnar, eftir at myndugleikarnir hava staðfest 30 nýggjar tilburðir av koronavirusinum, Delta.

Umframt boðini um ikki at fara frá húsum, mugu fólk heldur ikki bjóða í mesta lagi fimm fólkum á vitjan samstundis.

Tað verður heldur ikki loyvt at hugna sær á dansistøðum og at ganga og mala á matstovum. Samstundis skal áskoðaratalið til øll ítróttartiltøk minkast við eini helvt, skrivar Ritzau.

Tað hevur gingið væl hjá Avstralia at basa koronu. Har búgva 25 milliónir fólk, gott 30.000 eru smittað, og 910 fólk eru deyð av covid-19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133