John Rajani nýggjur løgmansstjóri

John Rajani nýggjur løgmansstjóri
Tað verður John Rajani, ið júst varð settur sum sendimaður í Ísrael, sum verður nýggjur stjóri á Løgmansskrivstovuni
John Rajani er nýggjur løgtingsstjóri
Mynd: Klara Johannesen  
 
29.06.2021 - 14:54

Løgtingsskrivstovan boðar í dag frá, at John Rajani verður nýggjur løgmansstjóri. 

Í tíðindaskrivinum stendur, at:

John Rajani hevur drúgvar royndir bæði í landsfyrisitingini og í privatu vinnuni.

Hann starvaðist í Mentamálaráðnum í trý ár, áðrenn hann í 1999 fór í starv á Løgmansskrivstovuni.

Í tíðini á Løgmansskrivstovuni røkti hann ymiskar uppgávur, millum annað var hann sendimaður Føroya í London millum 2002 og 2005.

Í fíggjarvinnuni hevur John Rajani tíggju ára royndir á leiðslu – og stjórnarstøði úr BankNordik.

Seinastu tíðina hevur hann verið sendimaður Føroya í Tel Aviv í Ísrael.

Nýggi løgmansstjórin er 52 ár gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn.

John Rajani loysir Marjuna Hanusardóttir av, sum gevst eftir 25 ár sum løgmansstjóri.

Hann byrjar í starvinum tann 1.august

10 umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858