100 ár við kommunismu í Kina

100 ár við kommunismu í Kina
Í dag fyllir kinesiski kommunistaflokkurin 100 ár.
"Bara sosialisma kann bjarga Kina," segði Xi Jinping á 100 ára degnum hjá kommunistiskaflokkinum í Kina
Mynd: AP  
 
01.07.2021 - 08:02

Leiðarin fyri kinesiska kommunistaflokkin, og leiðarin í landinum, Xi Jinping, helt í dag ein hvassorðaða røðu fyri stórari mannamúgvu, sum rópti fagnaðarróp.

100 ár eri liðin síðani 12 menn hildu fyrsta fundin í kinesiska kommunistaflokkinum. Fundurin varð hildin í Shanghai.

Á fundinum var millum annað Mao Zedong. 

Í 1949 fekk flokkurin valdið í Kina.

Núverðandi leiðarin í Kina og fyri kommunistaflokkinum, Xi Jinping, er lýstur sum máttmiklasti leiðari síðani Mao.

Hann hevur gjørt flokkin valdsmiklari og landið til størri einaræði.

Xi helt í dag røðu fyri 70.000 fólkum á Himmalska friðartorginum í Beijing.

Í taluni ávaraði hann umheimin og kanska serliga USA um, at einki útlendskt veldi skal happa, kúga ella trælka Kina.

"Høvdið á tí, sum torir at gera tað, verður knúst móti stóra múrinum av stáli, sum 1,4 milliardir kinesarar hava reist," segði Xi.

Sambært Xi, skal eingin undirmeta viljan ella førleikan hjá kinesiska fólkinum at verja einaræði hjá Kina.

Xi lovaði eisini at sameina Kina og Teivan, og vissaði um, at allar royndir hjá Teivan at gerast sjálvstøðugt verða sundursorlaðar.

Xi vísti í røðuni eisini á væleydnað búskaparlig úrslit og á onnur góð úrslit síðani Kommunistaflokkurin fekk valdið í 1949. 

"Bara sosialisma kann bjarga Kina," segði Xi Jinping.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001