Norðurlandahúsið í Reykjavík má eisini spara

Norðurlandahúsið í Reykjavík má eisini spara
Fíggjarligi stuðulin til Norðurlandahúsið í Reykjavík verður eins og í Føroyum skerdur við fimm prosentstigum í ár samanborið við í fjør
Norðurlandahúsið í Reykjavík
Mynd: nordichouse.is  
 
02.07.2021 - 09:41

Stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Sabine Westerholm, sigur, at sparingarnar, sum Norðurlandahúsini skulu fremja, raka meint. 

- Sparingarnar koma í eini keðiligari tíð, sigur hon.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur ætlanir um at skerja fíggingina til mentan næstu fýra árini. Talan er um tilsamans 26,6 prosent, sum játtanin til Norðurlandahúsið í Reykjavík verður skorin næstu fýra árini.

- Koronufarsóttin hevur víst, at arbeiði er framvegis eftir at gera fyri at bøta um samanhaldið í Norðurlondum, og mentanin hevur stóran leiklut í hesum, sigur Sabine Westerholm.

Hon harmast um, at málið um burðardygg og sameind Norðurlond í 2030 verður rakt av skerjingunum. 

 

Rakar norðurlendska sammstarvið 

Seinastu árini er stórt arbeiði gjørt fyri at læra skúlabørn um norðurlendska samstarvið, og tað hevur eydnast væl. 

Bertel Haarder, formaður fyri Norðurlandaráðnum, sigur við heimasíðuna hjá ráðnum, at avleiðingarnar av skerjingunum kunnu gerast ein vanlukka.

Hann stúrir serliga fyri yngra ættarliðnum,  tí skal áhugin fyri Norðurlondum vaksa, so er neyðugt at menna nýggjar verkætlanir og ikki skerja tær.

- Vit eru ovfarin um, at ikki verður lurtað eftir okkara atfinningum í sambandi við fíggjaruppskotið, sum nú er lagt fram, - serliga í sambandi við at skerja mentan, sigur Bertel Haarden við heimasíðuna.

Sabine Westerholm sigur, at tað verður trupult at skipa fyri tiltøkum næstu árini, nú stuðulin verður nærum 27 prosent minni.

- Tað merkir stór minking í mentanararbeiðnum í Norðurlandahúsinum, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070