Tríggir tilburðir í gjár

Tríggir tilburðir í gjár
Tað er ógreitt, hvussu tvey av smittaðu fólkunum eru smittað
 
05.07.2021 - 16:10

Tríggir nýggir smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár.

Ein teirra fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya.

Tað er ógreitt, hvussu hini bæði fólkini eru smittað. Bæði halda, at tey helst eru smittað í náttarlívinum í Havn 26. juni. 

1.156 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. 

Í løtuni eru 16 persónar smittaðir við koronu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723